Á einum stongdum toppfundin týsdagin varð tosað við sera stórum bókstavum, tað skrivar Jyllandsposturin.
Ætlanin við fundinum var annars at samansjóða donsku og grønlendsku støðuna, nú ágangurin frá USA at innlima Grønland er størri enn nakrantíð.
Á fundinum segði grønlendski politikarin, Pipaluk Lynge, sum eisini er forkvinna í uttanlandsnevndini hjá landstinginum, at danir kunna grønlendingar alt ov lítið um hvat hendir. Hon segði millum annað, at fólkatingspolitikarar vita meira enn landstingspolitikarar, og tað líkist ongum.
Keldan hjá Jyllandspostinum sigur, at Pipaluk Lynge millum annað ákærdi danir fyri nýkolonialismu og at vanvirða grønlendingar.
Danir royndu í sínum lagi at sissa grønlendska politikaran og søgdu tað ikki vera rætt, at danskir politikarar fáa størri innlit enn grønlendskir í málinum um amerikanska áhugan fyri Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



