Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Politikkur

Russiski verjuattachéin í Keypmannahavn hevur fingið sjey dagar at fara úr Danmark. Danska fregnartænastan PET metir, at russiskar fregnartænastur í september løgdu ætlanir um at drepa ukrainsk-amerikanska rapparan Kyivstoner í Danmark. Tveir danskir menn eru skuldsettir í málinum. Báðir nokta seg sekar, skrivar Ritzau.

– Nú er nóg mikið, og tað hevur tað verið leingi, segði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri á tíðindafundi í dag. Hann segði, at burturvísingin er eitt tekin til Moskva, og at sterkasta svarið hjá Danmark er at halda fast við stuðulin til Ukraina. 

Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum, segði við tíðindastovuna Interfax, at ákærurnar eru íspunnar og verða brúktar sum undanførsla fyri at vísa verjuattachéin av landinum. Hon boðaði frá, at Moskva fer at svara aftur á hóskandi hátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #