Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost
Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin 7. oktobur sýnir Filmsfelagið triða filmin í røðini hjá Anders Refn um donsku krígsstøðuna. Heitið er "De Forbandede år - Fredens pris".

Árið er 1945 og kríggið er av. Danmark er frítt, men syndrað. Heima hjá Karl og Evu Skov er nógv broytt hesi árini. Hjúnarlagið ridlar og Eva ger av at fara frá manninum. Uppgerðin og beiska stríðið móti Karl og teimum, ið arbeiddu saman við týsku nazistunum, stendur fyri framman. Aksel og viðhaldsmennirnir úr mótstøðurørsluni eru í villareiði, tá teir síggja, hvussu landið verður endurreist, uttan at dreymur teirra um eitt nýtt og betri Danmark tykist ganga út. Systkinini hjá Aksel, Valdemar, Helena og Britta, ið er einkjan eftir Knút, møtast og gróðurseta ein nýggjan familjudreym.

"De Forbandede år - Fredens pris", er triði og seinasti partur í filmsrøðini hjá Anders Refn, har hann lýsir djúpu sporini, sum kríggið gróv og setti í donsku søguni. Ein hendingarík og nemandi søga um eina tjóð og eitt húski, sum eftir ræðuleikarnar vilja koma til sættis.

7/10 kl 20:00 De forbandende år 3 (Anders Refn Danmark 2026 130 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #