Útlánini frá donskum bankum til føroysku vinnuna vóru 30 prosent størri í juli enn sama tíðarskeið í fjør.
Tað sæst í seinastu frágreiðing frá Føroya Váðaráði.
Tey vóru tá nærum eina milliard krónur, meðan føroysku bankarnir høvdu lánt vinnuni 7,6 milliardir krónur.
Sambært Føroya Váðaráði er vøksturin í donsku útlánunum við til at toga samlaða útlánsvøksturin upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



