Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln
Bloggur

SámalSunnudag: Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið. Seinastu árini hevur verið møguligt at keypa leskiligar drykkir á nógvum festivalum og stevnum, og eg skal heilsa og siga, at teir smakka sera væl. 

Rúsfría Barrin er ein vognur hjá Liv Lívið, sum fer til ymisk tiltøk kring landið og bjóðar rúsfrí alternativ, soleiðis at tørvurin á at drekka alkohol verður minkaður. “Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av”, skrivar Liv Lívið á síni heimasíðu.

Á nógvum tiltøkum er rúsurin ofta valdandi, og hetta er vorðið so sjálvsagt, at spurnatekin ikki verður sett við tað, men sum Liv Lívið skrivar víðari: “Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir”. 

Eg eri ikki sjálvur fráhaldsmaður, men mær dámar at kunna fara til tiltøk uttan at verða tvungin at drekka. Hetta er tó ikki altíð so lætt, bæði tí at bólkatrýstið er sterkt at drekka og tí at tað sjáldan eru góð alternativ til rúsandi løgir. Kanska skal eg koyra, kanska skal eg spæla dagin eftir, kanska vil eg bara vera væl fyri dagin eftir, tí veðrið fyri einaferð skyld verður gott? Ella kanska eri eg saman við fólkum, ið ikki drekka. Harumframt er man nógv meiri til staðar, um ein er rúsfríur, tí sansirnir tá ikki verða doyvdir. 

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #