Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Lesarin skrivar

Skulu føroysk hondbóltslandslið luttaka í olympisku leikunum, so verður tað undir Dannebrog, í donskum leikaraklæðum og syngjandi „Der er et yndigt land“ – væl at merkja um donsku liðini ikki spæla seg til OL. Spæla bæði Føroyar og Danmark seg til OL, so verður plássið hjá Føroyum givið víðari til næsta liðið í røðini.

Tað hevur olympiska nevndin, IOC, nú sligið fast við sjey tumma seymi. Føroyar fáa onki undantak – heldur ikki við hjálp úr Danmark.

Orsøkin er ikki ítróttarlig, men ríkisrættarlig. Føroyar eru ikki ein sjálvstøðugur statur. Vit eru ikki viðurkend av altjóða samfelagnum.

Síðani 1984 hava Føroyar bankað upp á dyrnar hjá olympisku nevndini. Í 42 ár hava vit bønað og biðið um at sleppa at gerast partur av olympisku familjuni.

ÍSF hevur gjørt sítt. Føroyskur ítróttur er til reiðar. Tað eru ríkisrættarligu viðurskiftini, sum forða okkum. Og tey viðurskiftini er tað bara vit, politikkar, sum kunnu broyta.

Greiðastu og einfaldastu loysnina kenna vit øll: at Føroyar gerst sjálvstøðug tjóð.

Sjálvandi skulu føroysk ítróttafólk kunna luttaka í OL undir Merkinum. Ikki Dannebrog.

Beinir Johannesen, tú ert sjálvur hondbóltsspælari. Við tjóðarsemjuni hava seks av sjey flokkum spælt teg púra frían á strikuni. Tú skalt bara knalla bóltin í málið.

Hvat gert tú?

Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #