Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Krutl

21 ára gamla Dina á Fløghamri úr Oyndarfirði hevur seinastu trý árini siglt sum dekkari við frystilínuskipinum Jógvan I. Hon sigur, at hon elskar at sigla og at rokast, tí manningin skiftist um ymisk arbeiði, so altíð hendir okkurt nýtt.

Tað skrivar Trúboðin.

Hon verður ofta spurd, hvussu tað er at vera einstøk kvinna millum umleið 15 menn í fleiri vikur. Dina sigur, at tað sum heild riggar væl: tað er ein “mannfólkaverð”, og hon má venja seg við ávís viðurskifti, men manningin stendur saman um arbeiðið og hjálpir, tá tørvur er. Viðhvørt kann tað tó vera strævið og eitt sindur einsligt, og speisemi kann koma fyri, men hon upplivir tað ikki sum illa meint.

Hon trívist væl umborð og fiskiskapurin hevur gingist væl; høgur prísur í 2025 gav eisini góða hýru. Tó væntar hon ikki, at sjólívið verður hennara lívsstarv. Túrarnir eru vanliga 4–6 vikur, og hon hevur einmanskamar við vesi og brúsu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #