Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Vinna

Havstovan: Síðani 2020 hevur Havstovan í fleiri umførum lagt streymmátarar út miðskeiðis á Íslandsrygginum við tí endamáli at kortleggja tað djúpa rákið tvørtur um Ryggin. Greining av hesum mátingum vísir, at tað mesta av tí djúpa sjónum serliga ferðast tvørtur um Ryggin í tveimum ávísum støðum miðskeiðis á Rygginum. Hetta er nýggj vitan um tað sonevnda yvirflotið tvørtur um Íslandsryggin, sum – saman við yvirfloti gjøgnum Bankarennuna – er týðandi partur av tí termohalina rákinum.

Seks ár eftir, at Havstovan fór undir eitt átak at leggja streymmátarar út á Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um Ryggin, hava vit nú beinleiðis mátingar av, hvar tann djúpi yvirflotssjógvurin fer tvørturum. Áður hava streymmátingar verið gjørdar nærri Íslandi og nærri Føroyum; men tær mátingarnar bendu ikki á sterkt rák av yvirflotssjógvi.

Í hesi nýggju greiningini eru streymmátingar frá níggju støðum eftir øllum Íslandsrygginum kannaðar. Mátingarnar vísa, at tað sterkasta og mest áhaldandi rákið ikki er tætt við Ísland ella Føroyar, sum áður hildið, men miðskeiðis á Rygginum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #