“Lóg og rætt!” segði skálkurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Lóg og rætt!” segði skálkurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

FBF: Føroysku U18 flogbóltsdreingirnir vunnu 3-1 á Norðurírlandi og liggja nú á einum 1. plássið í kappingini.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at dagurin í dag var ikki tann besti leikliga fyri U18 dreingirnar. Fyrr í dag leiktu teir illa. Seinnapartsdysturin ímóti Norðurírlandi var nakað betri, men langt frá á sama stigið sum ímóti Skotlandi í gjár. Men ein sigur á 3-1 og 3 stig telja sjálvandi. Settúrslitini í dystinum vóri 21-25, 25-16, 25-16 og 25-20.

Írlandi setti stig til ímóti Skotlandi. Dysturin ímillum Írland og Skotland endaði 3-2 til Skotland. Hetta ger, at føroysku dreingirnir nú eru á einum 1. plássi í bólkinum - tó við einum dysti meira enn Ísland, sum er á 2. plássi. Siðsti dysturin hjá føroyska liðnum er ímót Íslandi í morgin. Um føroysku dreingirnir skulu vinna kappingina, so skulu teir vinna á Íslandi í morgin. Harafturat, skal Írland vinna á Íslandi. 

Ísland er tó helst favorittar at vinna kappingina og Føroyar fara við stórst sannlíki at enda nr. 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #