- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski U15 hópurin, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Tallinn í Estlandi - Mynd: Ingi Arge

Føroyski U15 hópurin, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Tallinn í Estlandi - Mynd: Ingi Arge

Føroyski U15 hópurin, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Tallinn í Estlandi - Mynd: Ingi Arge

FSF: Føroyska U15 landsliðið við dreingjum slapp veruliga at royna seg ímóti Estlandi, Lettland og Gibraltar, sum vóru mótstøðuliðini í UEFA menningarkappingini, ið farnu dagarnar hevur verið í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn.

Samlaða úrtøkan gjørdist ein javnleikur og tvey tap.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 8-2 fyri Estlandi. Føroysku málskjúttarnir vóru Rúnar Næs og Kristjan Róksson.

Síðani taptu Føroyar 2-0 fyri Lettlandi, áðrenn tað í síðsta dystinum eydnaðist at fáa eitt stig í málleysum javnleiki ímóti Gibraltar. Dysturin skuldi avgerast, og eftir brotssparkskapping vann Gibraltar at enda 4-3.

Estland vann kappingini við 9 stigum. Lettland fekk 6 stig, meðan Gibraltar og Føroyar fingu eitt stig í part.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo