

Nú verður dýrari at fáa sjóvinnubræv.
Nýggj kunngerð er júst lýst, og sambært henni fer tað nú at kosta 855 krónur at fáa sjóvinnubræv, dugnaskaparbræv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv. Gamla gjaldið, sum hevur verið síðani 2009, var 500 krónur, tó 750 krónur fyri viðurkenningarprógv.
Eisini er nýtt gjald fyri at fáa siglingarbók. Gjaldið fer upp úr 200 kr til 645 kr.
Harumframt eru prísirnir eisini hækkaðir fyri skráseting í skipaskránni og farskránni, eins og eisini í FAS, Føroysku Altjóða Skipaskránni.
Tað er Sjóvinnustýrið sum krevur gjøldini inn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo