Skjótasti mátin at missa álitið á fólkastýri er at práta í 5 minuttir við tann meiniga veljaran
- Winston S. Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skjótasti mátin at missa álitið á fólkastýri er at práta í 5 minuttir við tann meiniga veljaran
- Winston S. Churchill
Krutl

Betesda: Í vikuni lendu Liz og Ragnar í Vágum. Tey verða heima í ein mánað, har nøkur høvi verða at hoyra tey greiða frá tænastuni og bera Guds orð fram á nøkrum møtum komandi vikurnar.

Fyrsta høvið verður í Betesda í kvøld, har sangkórið eisini fer at luttaka á møtinum kl. 18. Kórið er júst byrjað aftur eftir summarferiuna, og hetta er fyrsta møtið, har kórið luttekur.

Ragnar er sonur Elly og Eivind Niclasen, sum búðu í Klaksvík, her Ragnar eisini vaks upp og hevði sína dagligu gongd í samkomuni í Betesda.

Ragnar fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í býnum Waukesha í statinum Wisconsin í USA. Eftir bíbliuskúlan fór hann á trúboðaravenjingarskúla hjá NTM í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er ættað úr Nova Scotia, Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.

Liz og Ragnar eiga tveir synir: Ryan býr nær við Niagara fossin í Kanada, og Craig býr í Birmingham í Onglandi, har hann og konan Claire somuleiðis virka sum trúboðarar.

Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman og fór út í fulltíðar tænastu fyri harran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #