BirkBlogg: Kasper Kalle er leikstjóri, nú vit í næstu viku sleppa at síggja "No Rest for the Wicked". Hann stendur á bryggjukantinum aftanfyri Sofiu Nolsøe Mikkelsen, sum er Ásla, Pilou Asbæk, ið er Helgi og Egor Venned, sum er Baldur. Foto Christian Geisnæs.
Í dag gevur danska filmstíðarritið, Ekko, filminum fimm stjørnur. Eisini í Montreal hevur filmurin fingið hópin av framúr góðum ummælum í kritisku pressuni og borið hann saman við filmar hjá Robert Eggers. Nú verður filmurin sýndur á 25 altjóða filmstevnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



