Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til minnishaldið fyri okkara lokala trubadori í dansistovuni í Sørvági, var okkara lokali prestur møtt upp.

Presturin visti væl, at trubadorurin var ateist. Hettar hevði hann alment boðað frá, og hevði frábiði sær alla kristiliga fyriskipan.

Tá presturin var spurd hví hon var møtt til minnishaldið. maðurin var jú ókristin, svaraði hon, Jesus segði; ”Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra uppí hettar fylgið”. So vakurt, so einfalt. Eftir hesum, so er tað vón fyri stavn fyri nógv okkara, sum annars vóru dømd at verða úti í kuldanum.

Tað var Høgni Poulsen prestur, sum í síni tíð fermdi okkum. Høgni var ein tungvektari innan teologi. Hevði ein pondus av format.

Ein tíma spurgdi hann okkum: ”Kann einhvør koma í kirkju? Eitt nú ein drápsmaður?”. Tá hann ikki fekk nakað líkinda svarð, svaraði hann sjálvur: ”Halda tit, at eg kann standa í kirkjuhurðini og frádøma manni ella kvinnu til ikki at verða góð nokk, til at koma inn um kirkjugátt? Nei tað kann eg ikki. Kirkjan er fyri øll, óansæð hvørjum fatningi tú ert í ”. Stór orð, álvars orð!

Hettar er okkara kirkja, sum vit allarmest vilja kenna hana. Og sum ger okkum glað og stolt av at kalla okkum kristin.

Í eini útvarpsprædiku eftir Ólavssøku sigur Maria Jørdal okkum at, ”Trúgvin uttan gerningar er ein deyð trúgv”. Vistnokk úr Jákupsbrævinum. Flest okkara kunna nokk fylgja Mariu Jørðdal í hesum. Onki er ókeypis í hesi verð. Alt hevur sín prís. Men kunnu vit seta orð á hettar við gerningunum?

500 krónur til Frelsens Her
Á kvøldi Ólavsøkuaftan stóð ein fullur sørvingur á Vaglinum og lurtaði eftir Frelsens Her. ”Eg eri ikki kristin” segði hann, hálsandi um eina stúttu. Tá so daman kom við bússuni legði hann ein 500 krónu seðil í posan.

Onkur spurdi hann, um hann var blivin Frelsens her? ” Nei, eg eri ikki kristin, men mær dámar so væl Frelsens Her ” lat í honum.

Hvat serligt er tað við Frelsens Her? Hvat er tað sum fær, sjálvt ótrúgvandi at taka so rívan í lumman eftir pengum fyri at stuðla teimum? Er tað kanska tað, at orð og verk fylgjast at hjá Frelsens her? At fólk flest ikki orka hyklarí?

Frelsens Her eru kend fyri at umseta trúgv til handling. Njál gekk náttartímar úti í gøtunum í Oslo við góðum mati, góðum orðum. Úti ímillum útistrok, narkovrak og kriminell annars. Hettar sigst at verða  eyðmerkið hjá Frelsens Her. Er hettar ikki tað, sum Maria Jørðdal vil hava fram. Ein trúgv sum er fylgd upp við gerningum? Hanus í Gørðum orðaði tað soleiðis: ”Hvørja ferð tit ganga framvið einum líðandi menniskja, tá er tað Jesusi tit ganga framvið”. Hann siterar Jesus: ”Tað sum tit ikki hava gjørt ímóti einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt ímóti mær.” Her vil Jesus halda okkum fast í tað sama, at trúgvin uttan gerningar er ein deyð trúgv.

Á luksusklassa inn í himmalin.
 
Í VP hevur Jenis á Rana á Ólavsvøku fleiri fyrispurningar, til ein ameriku lækna, Mimi Syed. Eina mammu at 3 børnum, sum ávegis úr Føroyum fór til Gaza fyri at hjálpa teim sundurskotnu.

Jenis spyr fylgjandi : ”Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hví vinir hennara í Hamas ikki lata gíðslarnar leysar”? Jenis setir upp Hamas sum terroristar og drápsmenn. Og ákærir hesa ungu mammuna fyri at verða vinur við Hamas.

Vit sum sóu amerikulæknan Mimi Syed í ”DagogViku”, sóu ein lækna, sum vildi seta lívi sítt í veð fyri at hjálpa líðandi menniskjum. Fyri at hjálpa løstaðum børnum. Jenis endurtekur einar 10 ferðir sama spurning um ”vinir tínir í Hamas”. Hví ger Jenis tað ?

Hesin mátin við endurtøku, var stategiin hjá nazi propagandasjefinum Gøbbels í síni tíð. ”Sig eina lygn oftani nokk, so fara fólk at trúgva at tað er sannleikin”. Ein smidligur máti at fáa fólk til at ivast í, hvat er satt ella ásatt. Men hvaðani hevur JáR tað, at læknin er vinkona við Hamas? Tað segði hon so onki um í DV.

Vit fáa onki at vita frá hesum Gudsmanninum, um hvat hann byggjur sína skuldseting um vinskapin við Hamas á.

Spottarin kemur í spottarans stað
Enntá meira grotesk er tað, tá JáR niðurgerð misjónina sum hesin læknin hevur. JáR er frekliga ósmæðin. Hann hartar og dømir hendan læknan sum fylgir síni samvitsku. Hann spottar hesa mammuna fyri at umseta boðini hjá Jesusi til handling. Boðini um at, ”Far tú og ger líkaso”.  Hennara misjón er at hjálpa í neyðini og elendigheitini í Gaza. Hon fer haðar, sum eini 100 fólk hvønn einasta dag verða dripin av jødiskum bumbum. Enn fleiri verða løsta og gerast ófør. 

Jesus sigur okkum, at stórsta boðið er tað dupulta kærleiksboðið. Boðið, sum tilskilar okkara skyldur yvirfyri tí, sum liggur óhjálpin við vegjaðaran.

Vit kunna gita, at læknin er kristin, og at hon er kunnug við orð Jesusar. Og kanska veit hon, at Jesus vil hava, at boð Hansara verða umsett í verki.

Men er hettar ikki ímyndin av okkara Ísraelskristnu? Tey fara fram júst sum muslimskir fundamentlistar. Fanatisk, blindaði. Ísrael er líkasum avgudur teirra. Tey síggja ikki brotsgerðirnar hjá jødunum. Síggja ikki at jødarnir rana jørð, reka úr húsi og heimi, høgga niður palestinar og arabiskar beduinar. Boðini í Móselógini um at ”tú mást ikki stjala” ella ”tú mást ikki drepa” hoyra tey slettis ikki. Tey vilja fyri alt, seta dagsordanin fyri landi og fólki í øllum sum hoyrir Gudi til.  Men her lekur millum teori og praksis. Her er oysandi regn.

Fundamentalistarnir vælfarta kropp á kroppi til Ísrael. Tey vilja fylgja í fótasporinum hjá Jesusi Kristi. Tey vilja hava okkum at trúgva, at Jesus er staðbundin. Tíðarbundin. Geva okkum ringa samvitsku. Men ongastaðni boðar Jesus okkum at vælfarta til Ísrael. Tvøturímóti sigur Hann seg verða mitt ímillum okkara, hvørja ferð vit savnast í Hansara navni. Óansæð hvar vit eru. Eisini her í Føroyum.

Og tá Jesus sigur at stórsta boðið í lógini er, at vit skulu bukka okkum niður fyri at hjálp einum av teim neyðstaddu, so áttu vit at gjørt tað.

 Jesus, eitt sjálvtøkuborð
Tey Ísraelskristnu breggja sær vítt og breitt um luxusferðirnar til Ísrael. Sum tað sæst so halda tey seg trygt undir Iron Dome skjøldrinum. Sól og summar. Góður matur. Á teim breiðu gøtunum.

Men er hettar ikki ein discountútgáva av Jesusi Kristi, tá hann sigur: ”Fylg mær”? Ein meira livilig útgáva? Í dag er mestsum alt uppá discount. Og vit elska tað. Men eigur tað at verða so bíligt at fylgja Jesusi?

Hevur nakar teim kristnu fundamentalistunum risikera ein tíma av teirra lívið í holokaustinum í Gaza?  Ella á Vestara Áarbakka fyri tann skuld?  Ían, so fjala tey tað sum mannsmorð.

Hví risikera eina bumbu í høvdi í Gaza? Tann smæli vegurin hevur alt ov stóran prís. At koma heimaftur á børu, ella invalidera. Hvør er so býttur?

Rætt nokk, tað er so møðsamt at skula liva eftir boðunum um at fylgja Jesusi? Er tað nakað lív? Hvør orkar tað?

Í skriftunum er tað ørgrynni av valmøguleikum, at velja ímillum. So ein sleppur undan at fara í klostur, sosum Assisi. Í skriftunum ber væl til at benda og boyggja. Klippa sundur og klistra saman aftur. Og so fáa vit júst ta glæstrimyndina, sum vit ynsktu okkum. Vit eru á røttu síðuni. Vit kunna borðreiða við okkara frelsu við himmalvendum eygum. Hettar er tað sama sum Jesus boðar okkum. Bara uppá ein annan máta. Vit kunna behalda alt glæstri her á jørðini. Og so fáa vit Himmalin við. Vit eru so ómettilig. Himmalin skal nokk standa opin. Tað hevur hann gjørt í 2000 ár, og tað hevur gingið fínt.

Og hvat við Jenisi av Rana sjálvum? Hevur hann ikki sitið við heili tveimum vælløntum og maktfullum almennum størvum? So vællønt, at flestu okkara mega øvunda.

Eitt eru pengarnir. Men maktin. Søtari enn hunangur, sterkari enn leyvan! Hvat er tað sum ger okkum so bitin av maktini? Maktin hevur fastatøkur sterkari enn nakað narkotikum.

Er maðurin ikki farin væl um um pensjónsaldur? Er greðin eftir pengum og makt so óstýrlig ? Greðin eftir øllum tí jørðiska? Vit hava tað so gott. Gull og grønar skógir so langt sum eygað sær. Hvør kann siga hann ringan?

Hví belemra seg um, at palestinar verða hungraðir  Ella bumbaðir? Ella verða óførir tí teir missa armar og bein?  Syrgjandi mammur uttan børn. Ella grátandi børn uttan mammur?

Fyri alt tað eru tey bara arabarir. Palestinar. Muslimar.

Ein av teim rabiatu segði soleiðis, ”palestinar hava fingið nokk møguleikar. Nokk er nokk”.

Hettar eru so ikki krossins orð. Har Jesus segði við drápsmannin, tað seinastu løtu í lívi hansara. ”Í dag skal tú verða við mær í Paradís”. Hesin fekk ein síðsta møguleika. Men tað vilja okkara Ísraelskristnu slettis ikki unna palestinum í dag.  

Tá so Inga P. Dam prædikar um: ”Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra til hettar fylgið”, so tosar hon fyri deyvum oyrum. Hesir seyðirnir eru longu dømdir til devil og dølg. Terningurin er longu kastaður.

Rune Nolsøe

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo