Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Tiltøk

Kæru føroyingar.

Eg fari í næstum til Nairobi í Kenya. Í tí sambandi havi eg valt at gera eina innsamling til frama fyri eitt barnaheim har.

Tað, sum hjá nógvum okkara kann tykjast sum ein lítil upphædd, kann gera ein stóran mun í Kenya. Eisini ein lítil upphædd kann verða við til at tryggja mat, skúlagongd og onnur grundleggjandi tørv hjá børnum á barnaheiminum.

Allur peningur, sum kemur inn, fer óskerdur til barnaheimið, og eg fari sjálvur at handa gávuna, meðan eg eri í Nairobi. Fyri at skapa størri opinleika fari eg eisini at gera eitt stutt video frá handanini, so tit kunnu síggja, hvussu stuðulin kemur fram.

Um tú hevur hug at stuðla hesum góða endamáli, kanst tú lata eitt ískoyti inn á:

6460-5127450

Eingin upphædd er ov lítil. Saman kunnu vit gera ein veruligan mun í lívinum hjá hesum børnunum.

Hjartaliga takk fyri allan stuðul og alla vælvild.
Sigmund Christiansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #