Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller
Krutl

Tað er ein vakur heystardagur í Norðurjútlandi. Sólin skínur av heiðum himni, og ferðin gongur vestur úr Aalborg, har lítla ferjan Egholm flytur fólk og akfør tvørtur um Limfjørðin.

Siglingin tekur bara nakrar fáar minuttir, men tá komið verður í land, kennist tað sum at koma í eina aðra verð.

Her eru eingi háhús, eingin stórbýarferðsla og nærum eingin gangur. Í staðin eru bøur, seyður, smáir grúsvegir, trø og útsýni yvir Limfjørðin.

Egholm er góðar seks ferkilometrar til støddar. Oyggin er sera sløtt, og hægsta náttúrliga punktið er bert hálvan annan metur oman fyri sjóvarmálan. Tí eru verjugarðar gjørdir fram við pørtum av strondini.

Ein stórur partur av oynni er landbúnaðarjørð, men her eru eisini skógarlendi og náttúruøki, sum gera oynna væl egnaða til ein gongu- ella súkklutúr.

Føroyska sambandið
Tað, sum kanska er mest áhugavert fyri føroyingar, er søgan um ættina Egholm.

Á oynni stendur ein minnisvarði úr gróti við garðin Damgaard. Har er eisini ein kunningartalva, sum greiðir frá søguni um Egholmættina og sambandið við Føroyar.

Søgan byrjar fyri fleiri hundrað árum síðani.

Magnus Heinason, sum føroyingar kenna sum sjóhetju, hevði Egholm í len frá 1588 til 1589. 

Seinni kemur ættin á Damgaard inn í myndina.

##med2##

Lars Sørensen tók við garðinum í 1600-talinum, og í komandi ættarliðum flutti ein partur av familjuni til Aalborg og síðani Keypmannahavnar.

Ein av eftirkomarunum var Niels Sørensen Egholm (1723–1770), sum var hattamakari í Keypmannahavn.

Hann giftist føroyskari prestadóttur, Armgarð Mariu Weyhe, sum var fødd í Hvalba í 1735.

Armgarð Maria var dóttir Johan Henrik Samuelsen Weyhe, prest í Hvalba. Hon giftist Niels Egholm í 1753, og tey fingu trý børn.

Hjúnabandið slitnaði, og Armgarð Maria flutti seinni aftur til Føroya við børnunum. Har gjørdist hon kend sum Madam Egholm.

Soleiðis kom Egholm-navnið til Føroya.

Hon hevði eisini stóran týdning fyri føroyska ættarsøgu. Eitt barnabarn hennara, sum eisini æt Armgarð Maria Egholm, var mamma V.U. Hammershaimb, sum fekk avgerandi týdning fyri føroyska skriftmálið.

Sostatt hevur henda lítla oyggin í Limfjørðinum eisini eina óbeinleiðis, men áhugaverda tilknýting til føroyska málssøgu.

Sambært Øssuri Sverrasyni Egholm, sum í 2023 skipaði fyri eini føroyskari ættarstevnu á oynni, eru umleið tíggju prosent av føroyingum á ein ella annan hátt ættaðir av Egholm.

Tað er ikki so lítið fyri eina oyggj, sum fáir føroyingar kanska nakrantíð hava vitjað.

Ein minnisvarði við føroyskum íblástri
Minnisvarðin við Damgaard er bygdur úr gróti og minnir um ein varða.

Hann varð reistur eftir áheitan frá Øssuri Sverrasyni Egholm, sum sjálvur er tíggjunda ættarlið frá Damgaard.

Á kunningartalvuni verður eisini greitt frá, hvussu Madam Egholm royndi at tryggja, at børnini giftust inn í aðrar vælhavandi familjur. Soleiðis breiddi ættin seg út í Føroyum, Danmark, Noregi, Onglandi og øðrum londum.

Í dag stendur minnisvarðin í friðsælum umhvørvi, við grønum grasvølli, trøum og gamla garðinum í baksýni.

Eitt trøll í skóginum
Egholm hevur tó annað enn ættarsøgu at bjóða.

Inni í einum skógarlendi stendur eitt stórt trøll úr træi. Tað eitur Pil Tusindtunge og er gjørt av danska listamanninum Thomas Dambo, sum er kendur fyri sínar risastóru trøllaskulpturar kring heimin.

Trøllið varð gjørt í juli 2020 í samstarvi við sjálvboðin og felagsskapir á oynni.

##med3##

Pil situr millum trøini, við stórum høvdi, breiðum herðum og einum friðarligum andlitsbrái. Tað er bygt úr endurnýttum tilfari og fellur væl inn í skógin.

Tað er eitt sermerkt listaverk, sum er vert at leita eftir, serliga um børn eru við á ferðini.

Súkklurnar rigga ikki á oynni
Ein skuldi trúð, at Egholm var eitt upplagt stað at nýta el-súkklurnar frá Lime, sum kunnu leigast í Aalborg.

Tað var eisini ætlanin á hesum túrinum.

Súkklurnar vórðu tiknar við ferjuni út á oynna, men ikki alt gekk eftir ætlan.

Lime-súkklurnar rigga ikki á Egholm.

##med4##

Tær eru bundnar at einum øki, har skipanin loyvir teimum at koyra við elektriskari hjálp, og Egholm er eftir øllum at døma ikki partur av hesum øki.

Tað merkir, at elhjálpin ikki virkar, og súkklurnar gerast tí heldur tungar at súkkla við á grúsvegunum.

Hetta er nakað, sum átti at verið greitt upplýst, áðrenn fólk taka leigaðu súkklurnar við ferjuni út á oynna.

Serliga tí Egholm annars er eitt sera væl egnað stað at súkkla.

Ein lítil oyggj við stórari søgu
Tað er nakað serligt við Egholm.

Her er nærum einki, sum minnir um stórbýin hinumegin fjørðin. Ein kann ganga ella súkkla eftir teimum smáu vegunum, síggja seyð ganga á beiti og njóta útsýnið yvir Limfjørðin.

Og so hevur oyggin eina søgu, sum røkkur langt út um hennara egnu strendur.

Frá Magnus Heinason til Madam Egholm, frá hattamakaranum í Keypmannahavn til V.U. Hammershaimb og føroyska skriftmálið.

##med5##

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein á einum stuttum útferðartúri úr Aalborg kemur so nær eini áhugaverdari síðu av føroyskari søgu.

Egholm er avgjørt eina vitjan verd.

Og fyri føroyingar er kanska ein serlig orsøk at fara ein túr út hagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #