Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Merkisdagar

Ríðisambandið: Linda B. Gunnlaugsdóttir hevur í mong ár verið sjálv ímyndin av vinskapinum millum brøðratjóðinar

Hon hevur um nakar íslendingur ment sambandið millum heimland hennara Ísland og hennara annað heim Føroyar.

Almenningurin herheima, kom helst at kenna Lindu, tá Eimskip setti hana sum stjóra á deild teirra á Eystaru bryggju í Havn, hetta kunna vit ikki annað enn takka Eimskip fyri.

Við sínum blíða lyndi og fyrikomandi atburði, gekk ikki lang tíð áðrenn hon hevði knýtt nógv og varandi vinarbond, í tí sum síðani bleiv hennara annað heimland.

Fleiri av hesum vóru reiðfólk og hevur hetta givið nógv avkast, vónandi fyri báðar partar, men tað eru í øllum førum nógv føroysk reiðfólk á íslandsferðum, ið hava notið gott av blíðskapinum hjá Lindu.

Dygdirnar hjá Lindu innan vinnulívið hava viðført nógvar álitissessir, m.a hjá Smyril Line, Eimskip, Bacco og til nú at vera sølustjóri hjá Arnarlax.

Seinastu tvey árini hevur Linda eisini verið forkvinna í Landssamband Hestamannafelaga í Íslandi, sum er evsti myndugleiki innan rossaítróttina.

Væntandi er hon í løtuni á Hólum, har stóra siðbundna Landsmótið innan ríðing, endaði í gjárakvøldið. Kennir man hana rætt, so tekur hon sær í øllum førum ikki av løttum, tað liggur ikki ordiliga til hana.

Vil vegna føroyska rossaheimin, ynskja Lindu hjartaliga til lukku við degnum og takka fyri mongu tøkini hon hevur tikið fyri ríðingina og sambandið millum Ísland og Føroyar.

Brandur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #