Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-134/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um nikotinvesku til e-sigarettir, frá 
Ben Arabo, løgtingsmanni.

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hvør er løgfrøðiliga grundgevingin fyri, at nikotinveska til e-sigarettir ikki verður mett sum ein tubbaksvøra ella líknandi nikotinvøra eftir galdandi lóggávu?

2. Metir landsstýriskvinnan, at nikotinveska til e-sigarettir, sum ikki er ætlað til roykisteðg ella viðgerð, fellur undir heilivágshugtakið í løgtingslóg um heilivág?

3. Um landsstýriskvinnan metir, at nikotinveska til e-sigarettir ikki er umfatað av roykilógini ella undantakinum í § 2 í løgtingslóg um heilivág, ætlar landsstýriskvinnan tá at taka stig til at greiða rættarstøðuna ella tryggja føroyskum brúkarum lógliga atgongd til slíkar vørur?

Svar: 
Til spurning 1 og 2 

Í fyrispurninginum verður ført fram, at tá broyting varð framd í løgtingslóg um heilivág í vár, boðaði TAKS frá, at føroyingar ikki longur kunnu innflyta nikotinvesku til e-sigarettir, tí at nikotinveska er heilivágur, eisini tá hon ikki er ætlað til roykisteðg ella viðgerð.

Talan er tó ikki um, at lóggáva ella siðvenja er broytt frá tí, sum hon upprunaliga var. Niðanfyri verður greitt frá hesum.

Sambært § 29, stk. 2, nr. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið, er ásetingin um, at bert apoteksverkið hevur loyvi at flyta inn heilivág, ikki galdandi fyri heilivág, sum ferðandi her til landið hava við sær til egna nýtslu. Vísandi til hesa áseting hevur siðvenja á økinum verið, at ferðandi her til landið kunnu hava heilivág við sær, tá ið tey ferðast til Føroya. Mett hevur verið, at nikotinveska til e-sigarettir er at meta sum heilivágur, sum ferðandi bert kunnu hava við sær til egna nýtslu, tá ið tey ferðast til Føroya.

Tá ið lógaruppskot um heilivág varð tilevnað og lagt fram í Løgtinginum í januar 2025, var ætlanin, at haldast skuldi áfram við hesari siðvenju. Í § 5, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um heilivág varð tí ásett, at “persónar kunnu flyta inn heilivág til egna nýtslu”.  

Kærustovnurin tók tó í mars 2026 í einum ítøkiligum máli avgerð um, at heimild var hjá kærara at flyta inn heilivág, bílagdur á netinum, til egna nýtslu, og at heimildin ikki er avmarkað til ferðandi til landið. Vísandi til hesa avgerð, útflýggjaði TAKS hereftir heilivág, ið varð bílagdur á netinum til egna nýtslu.

Av tí, at hetta ikki var ætlanin við lógarásetingini, var lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um broyting í § 5, stk. 2, nr. 1 (LM-071/2025 og LM-95/2025). Í lógaruppskotinum verður greitt frá, at føroyska skipanin og eftirlitið eru innrættað eftir, at heilivágur til egna nýtslu ikki kann bíleggjast á netinum.

Mett varð, at tað kann hava við sær óhepnar ella ótryggar støður, at borgari kann flyta inn heilivág, bílagdur á netinum, til egna nýtslu, og skotið varð tí upp, at § 5, stk. 2, nr. 1 í lógini varð broytt, soleiðis at ferðandi bert kunnu hava heilivág til egna nýtslu við sær til Føroya, antin loft- ella sjóvegis. Lógarbroytingin varð samtykt í Løgtinginum og sett í gildi við løgtingslóg nr. 41/2026.

Sostatt er praksis nú tann sama sum fyrr. Tað vil siga, at tað var eitt tíðarbil - frá tí, at løgtingslóg um heilivág varð sett í gildi og Kærustovnurin í mars 2026 tók avgerð, inntil § 5, stk. 2, nr. 1 í lóg um heilivág aftur var broytt, - at tað var møguligt at flyta inn heilivág, ið varð bílagdur á netinum til egna nýtslu. Nú er praksis tann sama, sum áðrenn lóg um heilivág varð sett í gildi, tað vil siga, at ferðandi kunnu hava heilivág, undir hesum nikotinvesku til e-sigarettir, við sær til egna nýtslu til landið.  

Heilsu- og orkumálaráðið hevur í januar 2026 fingið ein fyrispurning frá Landsapotekaranum um, hvørt veska við nikotin til e-sigarettir er at meta sum heilivágur ella tubbaksvøra. Heilsu- og orkumálaráðið er í løtuni í gongd við at kanna hetta, og fer væntandi at senda Landsapotekaranum svarskriv eftir summarferiuna.

Til spurning 3 
Nú er stutt síðani, at hendan samgonga varð skipað og landsstýrið skal hava tíð at fóta sær, men landsstýriskvinnan ætlar at kanna hetta økið nærri, undir hesum kanna um føroyskir brúkarar kunnu fáa lógliga atgongd til slíkar vørur.  

Heilsu- og orkumálaráðið, 3. juli 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #