Tað verður lítil vindur, lítið ella onki avfall og lýtt eftir árstíðini hesa komandi vikuna.
Ættin verður vesturhallur sunnan, uppí frískan vind mitt í vikuni, annars bert eitt gul. Skýggjað men onkrar sólløtur tó.
Og hitin fer at liggja ímillum 8 og 10 stig, galdandi fram til og við næsta sunnudag, tá kanska okkurt ælstroyggj eisini kemur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



