Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild
Lesarin skrivar

Tað er sera harmiligt og eitt stórt afturstig, at viðgerðartilboðið til kvinnur við barnsburðartunglyndi í Føroyum verður niðurlagt, samstundis sum londini rundan um okkum styrkja síni tilboð til familjur í somu støðu. Við ætlaðu sparingunum eru vit einasta norðurland uttan tilboð fyri barnsburðartunglyndi.

Barnsburðartunglyndi rakar ikki bara mammuna ella pápan. Gransking vísir, at tað ávirkar alla familjuna og serliga sambandið millum foreldur og barn í einum av týdningarmestu tíðarskeiðunum í lívinum hjá barninum. Tí krevur barnsburðartunglyndi serliga vitan og viðgerð, sum tekur støði í allari familjuni og ikki bara í einstaka persóninum.

Síðani 2012 hava føroyskir heilsufrøðingar screenað nýklaktar mammur fyri barnsburðartunglyndi. At avdúka trupulleikar tíðliga, er ein styrki, men uttan eitt serligt viðgerðartilboð er vandi fyri, at nógv foreldur ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar, tá tey eru mest sárbær.

Tað verða umleið 600 børn fødd í Føroyum árliga. Føroysk tøl vísa, at umleið 18% av kvinnum hava tekin um barnsburðartunglyndi í viðgongutíðini og umleið 11% eftir føðing. Hesi hava tørv á serfakligum innsatsi. Tað merkir, at eitt stórt tal av føroyskum familjum hevur tørv á serligum stuðli og viðgerð hvørt ár.

Landsstýriskvinnan sigur, at hesar mammurnar kunnu ávísast til Psykiatriska depilin, men meginparturin hoyrir ikki heima í hospitalspsykiatri. Psykiatriski depilin hevur eisini langar bíðirøðir til at sleppa framat viðgerð, og tað er ikki nóg gott fyri eina pinkubarnafamilju at koma í eina bíðrøð fyri at fáa viðgerð. Tað kann samanberast við at ein, sum hevur brotið beinið, skal bíða 2 mánaðir (ella meira) eftir at fáa viðgerð.

At seta tíðliga inn við røttu hjálpini er ikki bara ein íløga í foreldrini. Tað er eisini ein íløga í trivnað, menning og framtíð hjá føroyskum børnum. Tí er avgerandi, at Føroyar varðveita og víðarimenna eitt dygdargott tilboð til familjur, ið verða raktar av barnsburðartunglyndi.

Tað eigur ikki at vera ein spurningur, um vit hava ráð at varðveita eitt slíkt tilboð. Spurningurin er, um vit hava ráð at lata vera.

Sólrun Foldbo, fakligur stjóri
Gigni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #