

Armand Duplantis er einræðingur tá ið talan er um altjóða stangarlop.
Tað prógvaði sviin aftur í dag, tá ið hann sannførandi vann HM-gull í Tokyo og toppaði tað við nýggjum heimsmeti.
Frammanundan var hansara egna heimsmet 6,29 metrar, so strikan varð sett á 6,30 metrar. Í teimum báðum fyrstu royndunum kom hann ikki yvir, men tað gjørdi hann í triðju royndini.
Hann setti sostatt heimsmet fyri 14. ferð, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo