Mynd: KVF
Mynd: KVF
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-055/2026 frá Haraldi Símunarson Hammer, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um ferðsluviðurskiftini við Streymin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verða pengar settir av til ferðsluviðurskiftini við Streymin á fíggjarlógini fyri 2027?
2. Er landsstýrið sinnað at projektera eina rundkoyring sum varandi loysn á ferðsluviðurskiftunum?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta og útføra eina varandi og tryggja loysn við Streymin í samgongutíðarskeiðinum?
Svar til spurning 1
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verður eingin peningur játtaður til at betra ferðsluviðurskiftini við Streymin.
Viðmerkjast kann, at loyvda ferðin fram við vegamótunum varð lækkað úr 80 km/t. niður í 60 km/t. í 2022. Í ár eru ferðgáar settir upp, sum vísa koyrdu ferðina. Um koyrt verður ov skjótt, blinkar ferðgáin. Sí eisini svar til fyrispurning 52-106/2025.
Brúgvin um Streymin verður nú umvæld fyri einar 45 mió. kr. Tað er ikki beinleiðis eitt ferðslutrygdartiltak, sum betrar ferðsluviðurskiftini nú, men framtíðartryggjar tað brúnna.
Svar til spurning 2 og 3
Trupulleikin við ferðslutrygdini við Streymin er, at tað eru ov nógvar íbindingar á einum stuttum vegastrekki.
Harumframt er sýnið frá íbindingini við Norðskála og út á høvuðsvegin ikki nøktandi, tí íbindingin liggur á innaru síðu á einum svingi á høvuðsvegnum.
Fleiri ferðsluloysnir hava verið umrøddar millum land og kommunu. Herímillum ein loysn við eini undirføring, umframt fleiri ymiskar loysnir við rundkoyringum.
Landsverk mælir til at gera eina undirføring undir landsvegin, har vegurin frá Norðskála verður leiddur undir høvuðsvegin til Oyrarbakka. Við hesi loysnini hevði lokala ferðslan millum Norðskála og Oyrarbakka ikki verið noydd at farið út á høvuðsvegin, og ferðslan hevði verið knýtt betur og tryggari saman. Ein partur av loysnini er eisini at gera eina felags íbinding Oyrarbakkamegin út á høvuðsvegin tætt við, har verandi íbinding er.
Mett verður, at henda loysnin sum heild bæði er best fyri ferðsluna í økinum og fyri ferðslutrygdina. Hon krevur eisini minni inntriv í lendið enn ein stór rundkoyring á landsvegnum.
Ein rundkoyring kann verða ein góð loysn fyri ferðsluna við Streymin. Ein avbjóðing er tó, at størri tillagingar mugu gerast við atkomuvegunum. Brekkan niðan móti Norðskálatunlinum kann verða trupul hjá størri akførum, um akførini skulu steðga við eitt vegamót áðrenn brekkuna, serliga um veturin.
Land og kommuna kunnu hava ymisk atlit at taka í sambandi við valið av ferðsluloysn. Hesi atlit mugu metast í mun til hvørt annað, áðrenn endalig politisk støða verður tikin til, hvør loysn skal veljast.
Landsstýrismaðurin metir tað verða umráðandi, at ferðslutrygd verður raðfest, tá vegir og átøk skulu gerast, har ferðsluviðurskiftini ikki eru nøktandi. Tí er umráðandi at finna eina varðandi loysn á ferðsluviðurskiftunum við Streymin. Málið verður eisini tikið upp í sambandi við langtíðarløguætlan landsins.
Tá Løgtingið hevur játtað pening til endamálið, verður farið undir at prosjektera verkætlanina.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



