EKKÓ: Í heystferiuni, 15. - 17. oktobur, verður árliga, tvørkirkjuliga ungdómstiltakið, Ekkó hildið uppi við Tjarnir. Hetta er fimta árið at Ekkó er, og tí verður eisini nakað meir enn vanligt gjørt burturúr.
Lagt er upp til tríggjar spennandi dagar við møtum, góðum felagsskapi, lovsangi og undirhaldandi tiltøkum. Aftaná hvørt tiltak verða konsertir og onnur spennandi tiltøk, sum leggja upp til eina veruliga ungdómsveitslu uppi við Tjarnir.
EKKÓ byrjar hóskvøldið 15. oktober klokkan 20.00. Tiltøk verða hóskvøld, fríggjakvøld og leygarkvøld, og hvørt kvøld verður byrjað klokkan 20.00. Harumframt verða ymisk aktivitetir um dagarnar, sum kunnað verður nærri um so hvørt á tiltøkunum.
Øll tiltøk á Ekkó eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



