Eftirløntur maður av bygd í miðstaðarøkinum spyr, hvat súkklulogurin meinar um elsúkklur. Her er svarið:
Elsúkklur mugu hava motor, tí tær eru so tungar - tí tær hava motor. So einfalt er tað. Úrslitið er, at tað organiska undurverkið, at tú sum menniskja kemur fram við egnari megi, er burtur. Tú ert nú vorðin svimjari við leysamotori; ein borin rennari. Ravmagn eigur reyvina í tær.
Wohin gehst Du? Hvat skalt tú skunda tær til? Mást tú dríva sum ørvur heim at leggja teg á sofuna við snildfonini? Ella ert tú so týðandi, at tú noyðist at hava eina súkklu, sum er pakkað inn í watt? Sjálvandi ikki. Eins og Griff Rhys Jones mælti marrudroymandi í leiklutinum sum “The Incredible Bullshitting Man”: “None of this is true, Peter!”.
Sjálvt narkosulæknin, Høgni Djurhuus, kláraði seg á traðkisúkklu og enntá sletu um veturin, tá ið hann skuldi skunda sær oman á Landssjúkrahúsið úr heimavakt á Íslandsvegnum. Tað kláraði tann Høgni. Men tú mást hava elsúkklu - og allarhelst eisini bil?
Fyri ikki at tosa um tað sinnisliga sunna í at koma heim ella til arbeiðis við teirri ferð, sum nettupp sinnið hevur. Sinn títt og kroppur tín fylgjast, tá ið tú kemur hóvliga fram við egnum mátti. Tað gera tey ikki, um tú koyrir til arbeiðis og heimaftur í bili, hóast tú bæði býrt og arbeiðir í Havn. Sama er við eini elsúkklu. Stórt sæð. Pluss tað, at menn á elsúkklum eru fimsutir. Tað komi eg aftur til.
Og ver vísur í, at við eini elsúkklu endar tú við enn einum luti, sum ikki riggar, og sum tú í besta føri kann pranga upp á onkran annan góðan Gutta á Rótikassanum. Enn einaferð blívur tú mintur á, at alt snýr seg um at selja skrambul. Sum við eitt nú elbilum er meginparturin av marknaðarførsluni av elsúkklum bygdur á toygdar sannleikar, burturtagdar veikleikar og bart út sagt bláar lygnir.
Síðan er tað hatta fimsuta: Tað er altso eitt sindur pretentiøst hjá einum trøllvaksnum manni at koma ríðandi bleikur og svøvntungur á ravmagnsriknum hjólrossi; ofta í kjálkasíðum súkkluhjálmi og gulum vesti mitt um dagin. Pallsetingin korrelerar væl við myndina av monnum, sum eru túr við puddilhundi, hvørs bein tita sum kykir trummustikkarar eftir gongubreytini. Soleiðis dregur snjalli loðhundurin viljaleysa harra sín runt í eksistentiellu manesjuni; hendan detroniseraða veiðimannin, ið er vorðin offur fyri einum vanaldum kríatúri, sum líka snjøllu møðgurnar í húsunum hava noytt hann at keypa.
Eins og ein sum meginregla eigur at halda seg burtur frá ullintum kelidjórum, ið kosta tað sama sum eini trý stakslomb, men ikki eingang eru etandi - og tí tað yvirskipað er frægast fyri verðina og vistskipanina - eigur ein heldur ikki at lata snildar súkkluhandlarar lokka seg at keypa eina elsúkklu fyri upp til fimm ferðir prísin á eini vanligari súkklu. Tað er sagt áður, at tað at súkkla í brekkum snýr seg um - giring. Ikki diskutera tað við meg ella nakran annan heiðurligan súkkluserfrøðing. Skil tað bara. Ella góðtak tað: Tú. Hevur. Ikki. Brúk. Fyri. Eini. Elsúkklu. Maður. Men. Eini. Súkklu. Sum. Er. Girað. Til. Føroyar.
Tú kanst kanska forsvara elsúkkluna, um tú ongan bil eigur og veruliga brúkar hana hvønn dag at kalla; tað skal eg treyður toyggja meg til. Men bæði elsúkklu og bil? Vælsignaða menniskja. Nei. Steðga nú. Tú ert eitt organiskt menniskja. Ber teg at hareftir.
Í prinsippinum talar einki fyri elsúkklum. Hvørki praktiskt ella tilveruliga.
Høgni Mohr
landssúkklulogur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



