Um átta tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein el-ruskbilur hevði brotið tveir garðar og rent á ein bil, og var komin at standa uppat einum sethúsum á Rosságøtu á Argjum, sum mynd tikin frá Facebook vísir.
Vakthavandi á Politistøðini veit ikki, hvat er hent, men sigur, at málið verður kannað í skrivandi stund.
Sambært tíðindaskrivi, sum Tórshavnar Kommuna sendi út í fyrradagin, soi var fyrsti dagur hjá el-ruskbilunum at heinta húsarhaldsrusk í gjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



