Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
Vinna

Seinnapartin í dag 2. september, var ein hending umborð á nýggja farmaskipinum Skipanes hjá Smyril Line. Ein eldur tók seg upp í maskinrúminum men hann bleiv sløktur eftir lítlari løtu.

Mannigin, ið telur 23 mans, hevur tað gott og eingin er komin til skaða. 

Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer undir sigling aftur.

- Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri, Smyril Line.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #