

Árið í fjør var enn eitt rakár hjá Gist & Vist samtakinum, sum er ein av stóru aktørunum í føroyskar ferðavinnu, við fleiri hotellum og matstovum kring landið, tó serliga í Havn.
Aftur í fjør restaðu 12 mió kr í á botnlinjuni, áleið tað sama sum í 2023. Seinastu fimm árini er samlaða undirskotið komið upp í stívliga 38 mió kr.
Brottovinningurin vaks annars við áleið fimm milliónum krónum, til góðar 91 mió kr. Men starvsfólkakostnaðirnir vuksu við trimum mió kr og renturnar dýrkaðu við smáum tveimum mió kr.
Leiðslan sigur sum vera man í frágreiðingini, at hon er ikki nøgd, nú hall hevur verið fimm ár á rað.
- Úrslitið er ávirka av, at lítil og ongin vøkstur hevur verið í ferðavinnuni(...)úrslitið er eisini ávirkað av verkfallinum sum var í mai/juni í 2024 sum gjørdi, at sølan minkaði, sigur leiðslan millum annað.
Um framtíðina verður sagt soleiðis:
- Gist & Vist væntar yvirskot í 2025 og metir, at tey tiltøkini sum eru sett í verk fyri at betra um gjaldførið fara at bera á mál(...)fyrsta hálvár 2025 fylgir tí fíggjarætlan, sum felagið hevur sett út í kortið.
Gist & Vist er við ársskiftið væl fyri annars, við tøkum gjaldføri á 20 mió kr og eini eginogn á 48 mió kr.
Johannes Jensen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo