Takk til tykkum bæði fyri at hava tikið málið um ferðslutrýstið gjøgnum Miðvág og Sandavág upp á hægsta politiska stigi. Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, eru tey fyrstu, sum alment hava sett orð á hetta mál, sum hevur ørkymlað borgarar í Vága kommunu í fleiri ár.
Eg meti tað sum bæði neyðugt og rætt, at hetta álvarsmál verður sett í fokus. Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum, at landsstýriskvinnan alment hevur víst at hon skilir støðuna og greitt staðfest, at avbjóðingin við økta ferðslutrýstinum ígjøgnum Miðvág og Sandavág ikki kann bíða, til ein varandi loysn er í eygsjón, men at skjót og ítøkilig ferðslutrygdarátøk eru neyðug at seta í verk beinanvegin.
Somuleiðis er hetta fyrstu ferð, at ein landspolitikari hevur sett ítøkiligar spurningar til avvarðandi landsstýrisfólk um hesi viðurskifti, sum ongan góðan hava átt øll hesi ár, trupulleikin hevur verið. Hesir spurningar seta orð á eina støðu, sum vit í Vága kommunu hava víst á í fleiri ár: at økta ferðslan til og frá Vága Floghavn leggur eitt órímiligt trýst á bygdavegir í Miðvági og Sandavági, og at hetta hevur beinleiðis ávirkan á trygd, trivnað og gerandisdagin hjá okkara borgarum.
Vit taka tað sum eitt jaligt tekin, at vilji nú er at hava eitt virðiligt samskifti við Vága kommunu og at arbeiða við bæði skjótum ferðslutrygdarátøkum og at finna eina varandi langtíðarætlan. Vága kommuna er til reiðar at taka lut í hesum arbeiði og at vera ein virkin og konstruktivur viðspælari, so loysnir kunnu finnast, sum bæði eru tryggar og hóskandi fyri framtíðarvøkstur um flogvøllin.
Enn einaferð takk fyri, at tit hava tikið ábyrgd og givið hesum málinum tann politiska og almenna ans, sum støðan krevur.
Bjarni Prior
borgarstjóri
Vága kommuna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



