

Evropatingið atkvøddi í dag fyri at banna kjøt-relateraðum hugtøkum í marknaðarføringini av plantubaseraðum matvørum, so sum "vegetarpylsu", "vegetarbúffi" og so víðari.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
ES samtykti uppskotið við 355 atkvøðum móti 247 á fundi í Strasbourg.
Teksturin í lógaruppskotinum skal framvegis góðkennast av teimum 27 limalondunum í ES, áðrenn avgerðin kann gerast lóg, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo