Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Minningarorð

* 03.09.1927 – † 05.01.2025

Nú fórst tú Evald ta evstu ferð,
har ættfólk tey undan tær fóru,
at fáa í moldum hin æviga frið
og himnasæluna stóru.

----

Tú vart tann vísi við okkara borð,
tá bygdarsøgan varð skrivað,
tú átti altíð tey røttu orð
um tey gomlu, sum her høvdu livað.

Tú visti um alt, av Oyru í Garð
har fólk í forðum seg settu,
hvar fyrsti býlingur grundaður varð,
við drátti til mið og til mettu.

Tín vísdómur spratt úr lívi og bók,
ein kelda og vað til títt minni,
har vitan tín átti hvør sína rók,
ið vælgongdar ríkaðu sinnið.

Vit takka tær Evald for vinarlag,
sum tú vísti í várum yrki
og hugnaløtum so mangan dag,
tá saman vit framdu várt virki.

Ja, vit kunnu sanna í okkara verð,
at summi, tey seta varðar,
at vísa okkum, hvar leiðin ber,
sum betri er enn aðrar.

Ja, Evald, tú okkum ein viti var,
sum veg oss um víddir vísti,
hvar fótur steig, hvar byrur bar,
tú leið um lón okkum lýsti.

Um høgt tú upp í árum rakk, 
tú átti mátt til at mæla,
tí siga vit for verk títt takk,
nú tagnað er tín tala.

pmp                        

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #