Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Onnur tíðindi

Ein føroyingur, sum fylgdi einum foreldri til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum, fær ikki endurgoldið útreiðslurnar fyri eitt eyka kamar á Patienthotellet hjá Ríkissjúkrahúsinum.

Orsøkin var, at Sjúklingahotellið Tórshavn ikki hevði møguleika at bjóða teimum hvør sítt kamar. Tey vórðu tí víst til eitt dupultkamar á Patienthotellet, men fylgjarin valdi sjálvur at bóka eitt eyka kamar.

Fylgjarin kærdi avgerðina og vísti millum annað á, at tað ikki var rímiligt at sova í somu song sum foreldrið, eitt nú tí bæði høvdu ringar svøvngávur. 

Sjúkrahúsverkið vísti hinvegin til reglurnar, sum siga, at fylgjarin sjálvur skal rinda, um hann velur annað uppihaldsstað enn tað, sjúkrahúsverkið hevur ávíst.

Føroya Kærustovnur hevur nú staðfest avgerðina, sum kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #