

Ættleiðingarfelagið: Innbjóðing til Familjudag.
Dato: 24/8 Tíð: 14:00 - 18:00 Stað: Dagstovnurin Lítliskógur í Tórshavn.
Ættleiðingarfelagið bjóðar øllum til ein familjudag. Tiltakið er ætlað øllum, og øll eru tískil hjartaliga vælkomin.
Skrá:
• 14:00: Vælkomin
• 14:30: Monika Rasmussen greiðir frá ættleiðing 2025
• 15:00: Drekka
• 15:30: Spæl og ítrív fyri børnini. Jan Rasmussen hevur eina samrøðu við Louis og Mariu
• 17:30: Nátturði
Lýsing av tiltakinum: Familjudagurin er ein møguleiki fyri øll at koma saman og njóta ein hugnaligan dag í góðum selskapi. Vit byrja við einari vælkomu, har vit bjóða øll hjartaliga vælkomin. Síðani fer Monika Rasmussen frá familjufyrisitingini at greiða frá um ættleiðing í 2025.
Børnini fáa eisini møguleika at spæla og hava tað stuttligt við ymiskum ítrívi.
Jan Rasmussen fer at hava eina samrøðu við Louis og Mariu, har tey fara at deila sínar søgur og upplivingar.
Dagurin endar við einum góðum nátturða, har øll kunnu njóta ein góðan bita saman.
Tilmelding fer fram á facebook ella at skriva til johanavr@smyrilline.fo um tað eru spurningar eru tit vælkomin at ringja á 580500. Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo