Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Elsa Berg, borgarstjóri, hava júst undirskrivað sáttmálan

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Elsa Berg, borgarstjóri, hava júst undirskrivað sáttmálan

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Elsa Berg, borgarstjóri, hava júst undirskrivað sáttmálan

Tórshavnar kommuna: Týsdagin gjørdu Tórshavnar kommuna og Articon sáttmála um kloakkarbeiði við Sjósavnið á Argjum.

Tað hevur leingi verið neyðugt at gera nakað við hesa kloakkleiðingina, sum ikki longur er nútíðarhóskandi. Talan er um eitt stórt arbeiði, sum skal gerast, og tí er gjørt av at býta arbeiðið upp í tvey.

Hetta er sostatt fyrri partur av verkætlanini “Nýggj kloakkleiðing fram við Sjósavninum”, og snýr hesin parturin seg um kloakkarbeiðið uppi á landi. Seinni parturin av verkætlanini er so kloakkarbeiðið á sjónum.

Tað arbeiðið skal eisini bjóðast út og skal eftir ætlan byrja næsta ár.

Arbeiðið uppi á landi, sum sáttmáli nú er gjørdur um, skal byrja í viku 34, sum byrjar mánadagin 17. august.

– Vit hava sett okkum fyri, at áirnar og fjøran skulu vera reinar, og hendan kloakkverkætlanin fram við Sjósavninum hevur verið millum fremstu raðfestingar í kloakkarbeiðnum, tí Sandagerð er eitt vælumtókt og nógv brúkt øki, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Tvey tilboð komu inn uppá arbeiðið. Articon átti lægra tilboðið, sum var stívliga 4,5 mió. krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #