ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini
Vinna

P/F Faroe Origin hevði eitt ársúrslit upp á 38,7 milliónir krónur í 2025. Tað er ein munandi framgongd samanborið við 2024, tá úrslitið var 215.000 krónur. Rakstrarúrslitið gjørdist 41,5 milliónir krónur, meðan úrslitið áðrenn skatt var 38,7 milliónir krónur. Leiðslan skýtur upp, at 7,7 milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti, meðan restin verður flutt fram.

Fíggjarstøðan hjá samtakinum er eisini nógv styrkt. Eginognin var við árslok 77,9 milliónir krónur, samanborið við 39,2 milliónir krónur árið fyri. Samlaðu ognirnar vóru 103,3 milliónir krónur, meðan samlaða skuldin var 25,4 milliónir krónur. Eginognarparturin var sostatt 75,4 prosent, og gjaldførið varð roknað til 358,3 prosent.

Ein týðandi broyting sæst eisini í tøka peninginum. Sambært roknskapinum øktist tøkur peningur í 2025 við 56,2 milliónum krónum, og við árslok hevði konsernin 25,8 milliónir krónur í tøkum peningi. Pengastreymurin frá rakstri var 63,3 milliónir krónur, meðan íløgur tóku 2,5 milliónir krónur og fígging tók 4,6 milliónir krónur.

Faroe Origin hevur virksemi í Saltangará og á Toftum. Virkið í Saltangará er bæði landingarmiðstøð og flakavirki, har høvuðsframleiðslan er ymiskir úrdráttir úr upsa. Virkið á Toftum er saltfiskavirki, har toskur, longa og upsi verða saltað, bæði sum fløk og flakt. Marknaðirnir eru serliga í Evropa, og saltfiskurin verður serliga seldur til Spania, Portugal og Italia.

Leiðslan sigur seg vera nøgda við úrslitið í 2025.

Hon vísir á, at heildarveiðan av upsa í bólki 2 var góð 22.000 tons í 2025, samanborið við góð 16.000 tons í 2024. Tað svarar til eina framgongd á umleið 38 prosent. Sambært leiðsluni hevði bæði betri upsafiskiskapur og framgongd í toskaveiðuni positiva ávirkan á framleiðsluna á báðum virkjunum, har arbeiðið var rættiliga støðugt í 2025.

Leiðslan ávarar tó um, at fiskidagatalið er skert við 10 prosentum fyri allar bólkar í 2026. Hetta fer væntandi at hava neiliga ávirkan á veiðinøgd og framleiðslu á landi. Hinvegin verður staðfest, at eftirspurningurin eftir fiskavørum var góður í 2025, og at avreiðingarprísirnir vóru uppgangandi, sum er gott fyri bæði manningar og reiðarí.

Í frágreiðingini verður eisini upplýst, at felagið ikki metir gjaldoyraváðan vera stóran, tí meginparturin av søluni er í donskum krónum ella evrum. Felagið hevur rentuberandi skuld, og tí kunnu rentubroytingar ávirka raksturin. Kreditváðin verður avmarkaður við skuldartrygging, har miðað verður eftir at hava 70–80 prosent av skuldarum tryggjaðar.

Jens Pauli Petersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #