Hóast digital óargadýr hava roynt at sabotera eitt av verðins størstu og djarvastu tunell-projektum í sundinum millum ta týsku oynna Fehmarn og Lolland, gongur arbeiðið kortini heilt væl.
Nú eru longu trý tey fyrstu elementini komin uppá pláss á havbotninum donsku megin og her í komandi døgum fara tey fyrstu modulini týsku megin til sjós.
Hvørt betongelement er 217 m langt, 42 m breitt og 9 m høgt. Hvørt element vigar næstan 75.000 tons.Tað er ein heilt øgilig vekt at baksa við.
Tað kann bara gerast, tá ið optimal líkindi eru. Tað skal vera lagaligur streymur og lítil vindur.
Tey risastóru 89 modulini skullu søkkast niður á botn við ekstremari akkuratessu.
Tá ið ein betongkassi er komin uppá pláss, verður eyrur og grót fylt upp móti síðunum, so betongið er vælvart.
Soleiðis sum gongdin við projektinum er beint nú, metir arbeiðsfólkið, at tunellin verður liðugt bygd í 2032.
Tá verður ferðin millum Hamburg og Kjøpinhavn ein heilan tíma styttri enn nú.
Eg vitji ofta niðri i Rødbyhavn, har ein stór og sera forvitnislig framsýning visir, hvussu arbeiðið gongur.
Í dag var eg aftur og hugdi í góðveðrinum, og eg sá heilt stóran mun frá siðstu vitjan.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



