Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Lesarin skrivar

Hóast digital óargadýr hava roynt at sabotera eitt av verðins størstu og djarvastu tunell-projektum í sundinum millum ta týsku oynna Fehmarn og Lolland, gongur arbeiðið kortini heilt væl.

Nú eru longu trý tey fyrstu elementini komin uppá pláss á havbotninum donsku megin og her í komandi døgum fara tey fyrstu modulini týsku megin til sjós.

Hvørt betongelement er 217 m langt, 42 m breitt og 9 m høgt. Hvørt element vigar næstan 75.000 tons. Tað er ein heilt øgilig vekt at baksa við.

Tað kann bara gerast, tá ið optimal líkindi eru. Streymurin skal vera lagaligur, og vindurin lítil.

Tey risastóru 89 modulini skullu søkkast niður á botn við heilt ekstremari akkuratessu.

Tá ið ein betongkassi er komin uppá pláss, verður eyrur og grót fylt upp móti síðunum, so betongið er vælvart.

Soleiðis sum gongdin við projektinum er beint nú, metir arbeiðsfólkið, at tunellin verður liðugt bygd í 2032.

Tá varar bilferðin millum Hamburg og Kjøpinhavn ein heilan tíma minni, enn nú.

Av forvitni plagi eg ofta at vitja niðri i Rødbyhavn, har ein stór og sera vælskipað framsýning visir, hvussu arbeiðið gongur og landslagið broytist.

Í dag var eg aftur og hugdi í góðveðrinum, og eg sá heilt stóran mun frá síðstu vitjan.

Fyri tey, sum eru stødd í Danmark, er forvitnisferðin til tað lýggja og vakra Lolland ein ógviliga spennandi møguleiki í heystfrítíðini.

Virgar Tórarson Dalsgard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #