Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi
Mynd: Human Rights Watch

Mynd: Human Rights Watch

Mynd: Human Rights Watch

Mynd: Human Rights Watch

Mynd: Human Rights Watch

Alt byrjaði í juni í ár, 2026, har eitt videobrot á Facebook av einum muslimskum manni, sum sparkaði og fór illa við einum hundi, bleiv deilt nógv millum srilankanar og hesir byrjaðu so at skriva viðmerkingar til hetta.

Meðan øsingin stóð hægst, valdi ein brúkari at leggja út eina sera háðandi viðmerking móti hinduismuni.

24 ára gamli Anojan Sivarasa av Sri Lanka er hindui og tá hann sá hesa viðmerking kom øði í hann. Hann legði eina viðmerking út á tamilskum, men tá øðin var runnin av, slettaði hann hetta.

Hann gjørdi eitt videobrot har hann bað um umbering fyri tað, hann hevði skrivað.

Anojan búi í hesi stund í Al-Ahsa landslutinum í Saudi Arabia, har hann arbeiddi og sjálvt um hann hevði slettað sína viðmerking hevði eydnast onkrum at taka mynd av hesum og viðkomandi hevði sent hetta til arbeiðsgevaran hjá Anojan.

Tann 1. juli bleiv Anojan so handtikin av løgregluni har hann bleiv førdur fyri rættin. Hann umbar seg fyri tað, hann hevði gjørt men her nyttaði einki.

27. juli kom dómurin so har hann fekk hægsta dóm fyri happing á netinum. 5 ár í fongsul og eina bót á kr. 5,2 millinónir krónur (3 milliónir Saudi riyal)

Ákæruvaldið var ikki nøgd við dómin og kærdi til hægri rætt og 27. september kom hetta fyri í rættinum. Ákæruvaldið vildi vera við at tað, sum Anojan hevði gjørt var meira enn happing á netinum og vildu teir at hann skuldi dømast eftir sharia lógini, sum sigur at hetta er blasfemi. Ákæruvaldið fekk viðhald og dómurin bleiv broyttur til deyðadóm.

Heima á Sri Lanka sat familjan hjá honum næstan hjálparleys meðan Amnesty International setti í verk eina umfatandi herferð at bjarga lívinum hjá Anojan.

Tíðindini um deyðadómin hjá Anojan fór sum eitt sjokk runt á Sri Lanka, og førdi hetta til at stjørnin skjótast gjørligt setti seg í samband við Saudi Arabisku sendistovuna í Colombo umframt at srilankanski sendiharrin í Saudi Arabia royndi at tosa við Saudisku stjørnina. Á Sri Lanka setti stjørnin eitt toymi av høgtstandandi sakførarum saman, sum saman við øðrum ráðharrum fóru til Saudi Arabia at ráðføra seg um møguleikan at broyta dómin.

Tann 13. oktober broytti rætturin dómin, soleiðis at Anojan ikki skuldi avrættast, men enn í dag er ikki avgjørt hvør dómurin verður. Tá ein verður fongslaður fyri slíkt brot, er næstan ógjørligt at fáa samband við viðkomandi tí tey sita í isolatión.

Stjørnin á Sri Lanka arbeiðir hart fyri at fáa hann leyslatnan og sendan aftur til Sri Lanka.

Í løtuni er so eingin endaligur dómur feldur.

Sum ískoyti kann nevnast at í 2013 bleiv Rizana Nafeek av Sri Lanka, hálshøgd í Saudi Arabia har hon hevði arbeitt, sum húsgenta. Familjan, hon hevði arbeitt hjá, vildi verða við at hon hevði dripið 4 ára gamla barnið hjá teimum og sjálvt um einki hald var í hesum, bleiv hon avrættað. Hon var 17 ára gomul tá hetta hendi og sat í fangahúsi til hon var 24 ára gomul. Eisini hetta skapti nógvan ruðuleika kring heimin. Vónandi sleppur Anojan undan avrætting og dómi.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #