Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Føroya Kærustovnur hevur staðfest eina avgerð hjá TAKS um at sýta einum manni at fáa eftirlønina útgoldna í sambandi við, at hann flutti úr Føroyum.

Maðurin búði í Føroyum frá 2003 til 2008 og aftur frá 2021 til 2026. Hann hevði tó bert goldið til føroysku eftirlønarskipanina síðani august 2021.

Sambært reglunum kunnu fólk, sum flyta av landinum aftur, fáa eftirlønarsamansparingina útgoldna áðrenn fólkapensjónsaldur, um tey hava uppihildið sær í Føroyum í mesta lagi 60 mánaðir samanlagt.

Ósemjan snúði seg um, hvørt fyrra uppihaldið skuldi teljast við.

Maðurin vísti á, at eftirlønarlógin kom í gildi í 2014, fleiri ár eftir at hann fyrstu ferð var fluttur úr Føroyum. Hann helt tí, at TAKS gav lógini afturvirkandi kraft til skaða fyri hann.

Hann vísti eisini á, at fyrstu árini í Føroyum ikki vóru tald við í sambandi við umsóknir um ríkisborgararætt og varandi uppihaldsloyvi, men nú kortini taldu við í eftirlønarmálinum.

Kærustovnurin gav honum ikki viðhald. Við støði í lógarásetingini og viðmerkingunum til hana metti stovnurin, at eisini uppihald áðrenn lógin kom í gildi skulu teljast við.

Avgerðin varð tikin 19. august 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #