Ein persónur hevur fingið noktandi svar upp á umsókn um stuðul til dupult húsarhald, tí viðkomandi bæði var skrásettur sum leigari og útleigari av bústaðnum.
TAKS sýtti umsóknini, og Føroya Kærustovnur hevur nú staðfest avgerðina. Kærustovnurin vísir á, at stuðulin er ætlaður til veruligar leiguútreiðslur, og at tað ikki kann metast sum ein slík útreiðsla, tá peningurin verður goldin til umsøkjaran sjálvan.
Viðkomandi hevði tó rætt til stuðul til kost í 220 arbeiðsdagar. Stuðulin til kost er 20,50 krónur fyri hvønn arbeiðsdag, meðan stuðulin til leigu annars er 488 krónur um mánaðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



