Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum
Vinna

(tilgjørd mynd av lýsingarskelti í bústaðarøki)

(tilgjørd mynd av lýsingarskelti í bústaðarøki)

(tilgjørd mynd av lýsingarskelti í bústaðarøki)

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá eini kommunu um at nokta einum borgara loyvi at seta eitt lýsingarskelti upp. Ætlaða skeltið var bæði ov stórt til víddar og ov høgt uppi sambært reglunum fyri økið.

Men málið snúði seg eisini um, nær umsóknin kom inn.

Borgarin hevði longu í juni 2025 ringt og skrivað til kommununa um møguleikan at seta skeltið upp. Hann helt tí, at málið skuldi viðgerast eftir reglunum, sum vóru galdandi tá, og ikki eftir skeltisreglugerðini, sum varð góðkend í september sama ár.

Hesum tók Kærustovnurin ikki undir við. Samskiftið um summarið varð mett at vera fyrispurningar um reglurnar. Kommunan hevði í august beinleiðis biðið borgaran senda eina umsókn við upplýsingum um stødd, staðseting og slag av skelti.

Tær upplýsingarnar komu sambært Kærustovninum ikki fyrr enn 14. oktober. Tá var nýggja reglugerðin komin í gildi.

Ætlanin var at seta eitt umleið fýra metrar breitt og 1,2 metrar høgt skelti á stykkið. Í bústaðarøkinum var markið tó 0,25 fermetrar til víddar og 0,9 metrar í hædd, mált frá lendinum.

Kærustovnurin metti tí, at skeltið var alt ov stórt, og staðfesti noktanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #