"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið
Vinna

Føroya Kærustovnur hevur staðfest eina avgerð hjá TAKS um, at eitt felag skal rinda 14 milliónir krónur í skatti av vinningi frá sølu av veiðirættindum.

Felagið seldi í 2024 veiðirættindi fyri 28 milliónir krónur. TAKS metti, at allur søluvinningurin var skattskyldugur, og skatturin varð tí 50 prosent, ella 14 milliónir krónur. 

Felagið helt hinvegin, at rættindini vóru undantikin skattinum, tí tey vóru løgd á skip í bólki 5. Rættindini vóru upprunaliga latin sum menningarkvota og seinni umløgd til egnar árskvotur. 

Kærustovnurin vísir tó til ein dóm í Landsrættinum frá mars 2025, har staðfest varð, at undantakið fyri bólk 4 og 5 ikki fevnir um pelagiskar kvotur, sum upprunaliga eru latnar sum menningarkvotur. Tí varð avgerðin hjá TAKS staðfest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #