Ein ferjað við 270 fólkum umborð er holvd útfyri norður Kypros, tað skriva fleiri miðlar, eitt nú Cyprusmail.
Ferjan var á veg úr Kyrenia til Tasucu í Turkalandi.
Eitt stórt bjargingararbeiði er í gongd, men sagt verður eisini, at fleiri av teimum 270 fólkunum sum vóru umborð eru bjargað.
Onki er enn frætt um, hví ferjan holvdist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



