- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Lesarin skrivar

Føroysk filmsvinna hevur seinastu árini ment seg nógv, og júst nú síggja vit úrslitið av tí áralanga og drúgva arbeiði, sum er lagt í at byggja vinnuna upp. Okkara filmar verða sýndir og viðurkendir uttanlands, og fremsta dømi um, hvussu langt føroyskur filmur er komin, er at Føroyar á heysti í fjør vunnu týdningarmestu heiðurslønina  fyri norðurlendskan film, filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri “Seinasta Paradís á Jørð” 

Filmsframleiðsla er drúgv og krevur langtíðarætlanir. Frá fyrstu hugskotum til liðugt verk kunnu ganga fleiri ár, og fígging kemur vanliga úr fleiri keldum. Føroyskur stuðul er tí ikki bert ein útreiðsla, men ein fortreyt fyri at fáa munandi størri fígging úr útlendskum grunnum og samstarvi við aðrar framleiðarar. Uttan eina nøktandi heimliga grundfígging, er tvørligt at fáa til vega hesa útlendsku fígging til Føroya.

Tí harmar og undrar tað okkum, at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2027 ikki leggur upp til hækking av tí longu ov tepru filmsjáttanini. Hetta er ikki í samsvari við ta kós, sum politiskt hevur verið løgd, har ætlanin hevur verið at hækka játtanina stig fyri stig, soleiðis at ein verulig føroysk filmsvinna kann fóta sær av álvara. 

Spírandi filmsvinnan í Føroyum er framvegis ung, og hóast trongar karmar, hevur hon prógva væl og virðiliga, at vinna stendur mát og megnar at skapa verk á altjóða stigi. Men stendur játtanin í stað, samstundis sum øll kostnaðarstig hækka, so kemur stígur í, og hetta týdningarmikla íkast til føroyska mentan og føroyskt mál verður sett í váða

Filmsvinna er meira enn leikstjórar og sjónleikarar. Ein filmsframleiðsla skapar arbeiði hjá einum stórum og fjølbroyttum hópi av fakfólki og tænastuveitarum og leggur eftir seg vitan, royndir, arbeiðspláss og skattainntøkur. Skal hesin førleiki mennast og varðveitast í Føroyum, krevjast støðugir og tryggar karmar.

Javnan hoyra vit øll, hvussu føroyskt mál verður trokað burtur og yvirtikið av enskum/amerikanskum. Mentanarlívið í Føroyum ávarar ikki bara longur. Mentanarlívið rópar neyðarróp, og ein bati á hesum øki vildi verið, at almenna Føroyar øktu um íløguna í føroyska filmsframleiðslu nú.

Tað hevur jú alstóran týdning, at vit eisini í komandi tíðum hava møguleika til at siga okkara egnu søgur á okkara egna máli og við okkara egnu dugnaligu fakfólkum.

Tann 4. 10.2026
Vinarliga við vón um blíðan byr
Nevndin 
Føroysk filmsfólk

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #