Fimm ferðafólk byrjaðu at bløða nasablóð, tá ið eitt Norwegian-flogfar trygdarlendi í Hamburg í dag.
Flogfarið var á veg úr Palma de Mallorca til Keypmannahavnar, skrivar norska TV2.
– Vit fingu trupulleikar við lufttrýstinum í kabinuni og avgjørdu at fara niður rættiliga skjótt, sigur ein talskvinna frá Norwegian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



