Løgtingið fer helst á tingfundinum í dag at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum at økja talið í bólki 5B.
Uppskotið kemur til aðru viðgerð og harvið atkvøðugreiðslu. Ein stórur meiriluti í Vinnunevndini tekur undir við tí.
Eisini koma uppskot frá andstøðuni um stutttíðarleigu av bústøðum og uppskot til samtyktar um kynslig brotsverk og yvirtøku av landslæknaembætinum til viðgerðar.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



