Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norðlýsið: Í annaðkvøld kl. 19.30 verður Fiskivinnuting í Varpinum. Norðlýsið stroymir Fiskivinnutingið, sum Føroya Sjómannadagur fyriskipar.

Skráin sæst niðanfyri. 

Fiskivinnuting um fiskivinnupolitikk og støðufesti

Týskvøldið 19. august 2025 verður bjóða inn til Fiskivinnuting í Varpinum í sambandi við Sjómannadagarnar.

Føroyskur fiskivinnupolitikkur hevur verið ein kastibløka seinastu mongu árini, har skiftandi samgongur hava stríðst um at ávirka  førda politikkin. Hetta hevur elvt til, at eitt ótal av broytingum hava verið til viðgerðar í teimum lógum, sum hava verið galdandi síðan 2018.

Hetta hevur aftur elvt til, at vinnan upplivir stórar politiskar óvissur í sínum fortreytum fyri at reka vinnu, og fiskivinnupolitikkurin vantar langtíðar støðufesti.

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, fer at við støði í gongdini síðan 2017 at viðgera nøkur týðandi evni innan føroyskan fiskivinnupolitikk. Eftir framløguna hevur Jóhann Lützen, blaðstjóri, samrøðu við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um millum annað  búskaparligu avleiðingarnar av skiftandi karmunum, veiðugjøld og útlendskan ognarskap í fiskivinnuni. Johnny var í 2016 formaður í nevndini, sum gjørdi frágreiðing um eina nýskipan av fiskivinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo