Aftur í dag frættist frá bumbuhóttanum ímóti málum í Europa.
Í gjár stóðu skúlar í Italia, Írlandi og Onglandi fyri skotum, í dag er tað tokferðslan ímillum London og Paris. Áður hava eisini nógvar flogrutur verið raktar.
Enn er ógreitt, hvør stendur aftanfyri. Fleiri europeisk embætisfólk hava tó nevnt, at tað er Russland og sambært Reuters verður kannað, um hóttanirnar eru partur av einari herferð at órógva lond, sum stuðla Ukraina.
Russland avvísir at vera uppií.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



