Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-135/2025 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, settur Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um at strika ásetingar um fiskidagar fyri smærri útróðrarbátar undir Føroyum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at strika allar ásetingar um fiskidagar fyri smærri útróðrarbátar, sum fiska undir Føroyum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er fakliga og vinnuliga rímiligt at leggja smærri útróðrarbátar undir somu fiskidagaskipan sum størri skip, hóast teir longu eru avmarkaðir av veðri og streymi?
3. Hvørjar fakligar grundgevingar eru fyri at halda fast í fiskidagaskipanini fyri smærri útróðrarbátar, tá teirra fiskiskapur er staðbundin, lítil í vavi og ikki samanberiligur við størri fiskiskip?
4. Hevur landsstýrismaðurin latið gera nakrar kanningar av, hvørja ávirkan tað hevði á stovnar og heildarveiðu, um smærri útróðrarbátar undir Føroyum vórðu frígivnir frá fiskidagaskipanini?
5. Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at strika fiskidagarnar: hvørjar tillagingar, undantøk ella nýggjar skipanir eru so ætlaðar at tryggja, at smærri útróðrarbátar ikki verða óneyðuga avmarkaðir av politiskt ásettum døgum, umframt teimum natúrligu avmarkingunum, sum teir longu eru bundnir av?
Svar til spurning 1
Útróður hevur í øldir verið ein týðandi partur av føroyska samfelagnum, og vit mugu skapa bestu fortreytir fyri at tryggja, at tað framvegis skal bera til at liva av útróðri í framtíðini.
Smærru útróðrarbátarnir hava aðrar arbeiðsumstøður enn størri fiskifør, tí teir eru í størri mun bundnir av veðri, streymi og øðrum natúrligum umstøðum.
Samstundis er tað ein sannroynd, at tá fiskiskapurin er góður, er virksemið hjá bólki 5 eisini stórt. Bólkurin stendur fyri einum týðandi parti av samlaðu toskaveiðuni undir Føroyum og fiskar størri nøgdir av smáum fiski enn hinir bólkarnir í fiskidagaskipanini.
Fyri at tryggja eina skynsama og varandi gagnnýtslu av sjófeinginum og verju av ungfiskinum, má umsitingin av vinnuligari fiskiveiði undir Føroyum fevna um allar partar av fiskiflotanum, eisini bólk 5.
Tí eigur bólkur 5 framvegis at vera fevndur av fiskidagaskipanini, eins og teir hava verið síðani vit fingu skipanina miðskeiðis í 1990-unum. Sum greitt verður frá undir svarinum til spurning 5, er ein eftirmeting av skipanini við fiskidøgum í bólki 5 í gongd, har miðað verður eftir at menna eina skipan, sum tryggjar hóskandi tal av fiskidøgum til bólkin og forðar fyri, at ov nógvur smáfiskur kemur upp á land.
Svar til spurning 2-4
Søguliga er virksemið hjá bátunum í bólki 5 skiftandi. Hetta sæst aftur í árligu daganýtsluni. Flestu fiskiárini síðani 1997/1998 hevur bólkur 5 ikki fullnýtt tillutaðu fiskidagarnar (sí hjálagda fylgiskjal 1).
Árini, tá meira toskur er á grunninum, brúkar bólkurin fleiri fiskidagar. Tá avreiða bátarnir eisini meira av toski og standa fyri einum lutfalsliga størri parti av samlaðu avreiðingunum av toski, enn tey lakaru árini (sí hjálagda fylgiskjal 2).
Hetta var støðan fyrstu árini í 2000, tá fiskiskapurin eftir toski var góður. Í fiskiárinum 2002/2003 avreiddu bátarnir í bólki 5 til dømis 8.500 tons (25%) av teimum gott 35.000 tonsunum av toski, ið vórðu avreidd. Veiða á Føroyabanka er ikki tald við.
Í 2019 var eisini eitt hampiligt ár til tosk. Tá avreiddi bólkur 5 samanlagt 7.300 tons (36%) av teimum gott 20.000 tonsunum av toskinum, ið komu upp á land. Veiða á Føroyabanka er ikki tald við.
Í 2025 avreiddi bólkur 5 góð 3.600 tons av toski, sum er ein triðingur av samlaðu avreiðingunum av toski úr føroyskum sjógvi, avreiðingar av Bankanum frároknaðar.
Tey fiskiárini, bólkur 5 er mest virkin, avreiðir hann meira tosk úr føroyskum sjógvi enn aðrir bólkar í fiskidagaskipanini.
Eg haldi samanumtikið, at tá veiðinøgdirnar av toski hjá útróðrarbátunum í bólki 5 eru somikið stórar í vavi, talar mest fyri, at bólkurin eigur at vera ein partur av fiskidagaskipanini í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi.
Tað er eisini vert at nevna, at sambært veiðiskrásetingunum avreiða bátarnir í bólki 5 meira av smærri fiski enn størru fiskiførini í hinum bólkunum í fiskidagaskipanini. Víst verður til svar uppá 52 a fyrispurning nr. 52-121/2025, har støddarbýtið í avreiðingunum av toski í 2025 er lýst.
Tað eru ikki gjørdar kanningar av, hvørja ávirkan tað hevði havt á stovnar og heildarveiðu, um bólkur 5 ikki var partur av fiskidagaskipanini.
Svar til spurning 5
Eg kann upplýsa, at ein eftirmeting av skipanini við fiskidøgum í bólki 5 er í gongd. Í arbeiðinum verður miðað eftir at menna eina skipan, sum m.a. leggur skipanina fyri bólk 5 í eina legu, sum tryggjar fiskidagar til tey, ið liva av útróðri.
Skipanin skal leggja upp fyri, at bólkur 5 er ein samansettur bólkur, har nógv virksemi er, tá ið fiskur er at fáa, og at stórur munur annars er á, hvussu virknir bátarnir eru.
Skipanin skal eisini tryggja, at vit gagnnýta tilfeingið burðardygt, og harundir forða fyri, at ov nógvur smáur fiskur kemur upp á land. Vernd av smáum fiski er avgerandi fyri burðardygga og skynsama gagnnýtslu av tilfeinginum.
Nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett, ætlar landsstýrismaðurin at lata fleiri dagar til bólkin í inniverandi ári.
Bárður á Steig Nielsen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



