Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Politikkur

Seinastu árini hevur verið ein øking í tilburðum av stívkrampa í USA, skrivar CNN.

Sambært amerikanska fólkaheilsustovninum vórðu 38 tilburðir funnir í 2025. Í 2015 vóru teir 29.

Stívkrampakoppsetingin verjir væl móti smittuni, men í USA eru færri, sum lata seg koppseta.

Serfrøðingar CNN hevur tosað við ávara um, at stívkrampi framvegis er ein álvarslig hóttan í USA, og óttast fyri, at fleiri eru viðbrekin fyri deyðiligu smittuni, skrivar TV2.

Amerikanski heilsu- og almannamálaráðharrin, Robert F. Kennedy Jr., hevur ein politikk sum gongur ímóti koppseting. Hann hevur skert fíggingina til koppsetingargransking og vil hava børnini at fáa færri koppsetingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #