(mynd úr savninum)
(mynd úr savninum)
Bæði vaktarskipini hjá Vørn liggja vegna brek og viðlíkahald, men tørvurin á hjálp minkar ikki av tí. Fyribils hevur tað tó gingið við smærru bjargingarbátunum hjá bjargingarfeløgunum og kanska eisini einum góðum vilja.
Hósdagin var tó brúk fyri hjálp til ein trolara sum var staddur eystanfyri. Ein annar trolari sleipaði hann inn á Klaksvík, har Ziska hjálpti til at fáa trolaran til bryggju.
Nátatíð er, og kanska tað ger, at fleiri bátar enn vanligt eru úti. Mikudagin hjálpti arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum einum smábáti, sum hevði fingið maskinbrek í Nólsoyarfirði, inn á Havnina. Nakað tað sama hendi aftur fríggjakvøldið, tá var tað Rescue Jens sum tók um endan. Og í gjárskvøldið sleipaði Rescue Vón ein sum var uppsteðgaður norðanfyri Vágoynna inn á Vestmanna. Tað tók fýra tímar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



